Heimdalur er vaktarmaðurin hjá ásunum. Heimdalur hevur níggju mammur, ið allar eru systrar og jatnir. Níggjutalið er heilagt og gandakent í norrønari siðvenju;
tað eru til dømis eisini níggju heimar. Hann heldur til í Himinbjørgum, har ælabogabrúgvin Bivrøst førir inn í Ásgarð, og har stendur han á varðhaldi, so eingin óboðin gestur kemur um brúnna. Heimdalur hevur óvanliga sterkar sansir, sum gera hann til júst tann rætta vaktarmannin. Heimdalur hoyrir nemliga grasið grógva og ullina vaksa á seyðinum, og hann sær líka væl um náttina sum um dagin. Hann svevur eisini minni enn ein fuglur, og tað er ikki nógv. Við horninum Gjallarhorn, fer hann at ávara æsirnar, tá jatnirnir koma herjandi um Bivrøst í ragnarøkum. Heimdalur eigur ein veðr og ein hest, sum eitur Gulltoppur. Tað sigst, at hann hevur gulltenn, og so orkar hann ikki fyri Loka.